Málið er alt ov illa lýst

Skal kommunala brennistøðin á Hjalla leggjast saman við IRF, skal málið lýsast nógv gjøllari, heldur Heðin Mortensen

Heðin Mortensen hevur verið ein teirra, ið hevur verið mest kritiskur yvir fyri ætlanunum at leggja Kommunalu brennistøðina í Tórshavn saman við IRF. Sambært Heðini Mortensen er málið alt ov illa lýst, til at Tórshavnar kommuna kann binda seg til ta avtaluna, ið IRF hevur skotið upp.

– Tað mangla í veruleikanum fakta á borðinum. Hvat kosta øll hesi tingini, og hvat fáa vit burtur úr teimum? Loysir tað seg upp á sikt at hava eina brennistøð ella ikki, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen vísir á, at har eru nógvar ognir, sum skifta eigara við leggja brennistøðirnar saman, og at fíggjarligu avleiðingarnar eru ikki nóg væl lýstar. Millum annað vísir Heðin Mortensen á, at bara brennistøðin, sum hon er, hevur eitt virði á millum 70-80 milliónir krónur. Harumframt stendur sambært Heðini Mortensen í sáttmálauppskotinum, at IRF skal eiga ein triðing av Fjarhitafelagnum, sum í dag er átt av SEV og Tórshavnar kommunu.

Sum er, skal Fjarhitafelagið ikki gjalda fyri hitan, ið kemur frá brennistøðini, men sambært sáttmálanum skal hetta upp á sikt broytast.

– Tað, sum vit fáa burturúr, er tað, at Høvdavirkið ikki hevur nakra grøna orku meira, sigur Heðin Mortensen og sipar til, at eingin brennistøð verður í Leirvik, verða brennistøðirnar lagdar saman á Hjalla.

– Og tað fer Tórshavnar kommuna heldur ikki at hava. Tí tað stendur í sáttmálanum, at Fjarhitafelagið skal upp á sikt keypa orkuna. So stendur eisini í sáttmálanum, at IRF vil gjarna eiga ein triðing í Fjarhitafelagnum.

– Hví leggja hesar báðar brennistøðirnar saman, sum hava virkað rímiliga væl? Vit hava samstarva á nógvum økjum, innan jarn, oljuskiljingar og tílíkt. Okkurt hevur verið í Leirvík, og okkurt hevur verið í Havn. Og tað hevur fungerað fyrimyndarligt, haldi eg.

Arbeiðsbólkur skal kanna málið

Heðin Mortensen heldur heldur ikki, at staðsetingin av nýggjari felags brennistøð er góð.

– Eg havi hugt eftir matrikkulinum á Sandvíkarhjalla, og matrikkulin er so lítil, at tað ber ikki til at hava brennistøð har saman við móttøku og goymslu og tílíkum. Tí má tað eisini broytast og flytast aðrastaðni, sigur Heðin Mortensen.

Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa innlit í tað uppskotið, ið IRF hevur latið Tórshavnar kommunu. Tað hevur hinvegin eydnast at fáa eina framløgu, ið IRF hevur havt fyri Tórshavnar kommunu, har víst hevur verið á teir ágóðar, ið samanleggingin av brennistøðunum hevur.

Heðin Mortensen heldur kortini ikki nógv um tølini, ið vóru at síggja í framløguni.

– Har eru nógv tøl í, men tað eru ikki tøl, sum eg trúgvi uppá. Tað er IRF og Rambøl, sum hava gjørt hasi tølini. Har er nógv at seta spurningar til í mun til íløgur og endaliga raksturin, sigur Heðin Mortensen.

Allir flokkarnir í Tórshavnar býráð hava tí lagt fram uppskot um at fáa viðurskiftini kring samanleggingina betri lýst, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

Uppskotið varð samtykt á farna býráðsfundi, men tað er framvegis ikki heilt greitt, júst hvussu málið skal kannast, og hvør skal kanna tað. Heðin Morten ger tó greitt, at tað skulu vera fólk innan umhvørvisvitan, fíggjarviðurskifti og verkfrøðingar, ið skulu vera partur av tí arbeiðinum.

– Tá  vit hava fingið eina kanning frá óheftum fólki uttan fyri skipanina - tað skal ikki vera IRF ella Tórshavnar kommuna, og tað ikki vera Rambøl, sum skal selja okkum hesar brennistøðirnar - tá tað fyriliggur hjá okkum, koma vit at taka endaliga støðu, sigur Heðin Mortensen.