Eitt russiskt bumbuálop hósdagin drap ein mann í ukrainska Zaporizhzhia-landslutinum.
Tað segði Ivan Fedorov, guvernørur, á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni AFP.
- Ein bygningur í fimm hæddum varð oyðilagdur. Ein maður varð dripin. Bjargingarfólk funnu líkið undir húsaleivdunum, skrivar Fedorov.
Sambært Fedorov er tað bygdin Stepnogorsk, sum er álopin.
Býurin liggur fimm kilometrar frá fremstu linjuni í suðureystur Ukraina og varð eftir øllum at døma álopin úr luftini við 11 neyvleikabumbum.
Russland segði seg í 2022 hava lagt Zaporizhia undir seg eftir eina fólkaatkvøðu, sum funnist varð at altjóða sum óálítandi.
Hóast russisku fráboðanina um at hava tikið valdið, so hevur Russland ikki ræði á øllum Zaporizhia, men bert pørtum av økinum.
Umframt bumbuálopið í Zaporizhzhia eru 72 dronur sendar inn í Ukraina úr Russlandi.
Tað boðar ukrainska flogverjan frá, sambært Reuters.
Sambært flogverjuni eru 47 av dronunum skotnar niður.
Tað er ikki greitt, um nøkur mál eru álopin av dronunum.
Samstundis sum álopini móti Ukraina sigur Russland í morgun, at Ukraina hevur sent 20 dronur inn í russiska marknaøkið Belgorod seinasta samdøgrið.
Fleiri bygdir eru álopnar, skrivar guvernørurin í Belgorod, Vjacheslav Gladkov, á boðtænastuni Telegram, sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass.
Einki fólk fekk skaða.
Kríggið í Ukraina hevur higartil vart í tvey ár og tíggju mánaðir. Og tað eru ikki útlit fyri, at tað endar í nærmastu framtíð.
Hinvegin hevur verið ein eskalering av russiskum álopum seinastu tíðina.
Nýggja árið byrjaði við russiskum dronuálopum á ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, tíðliga um morgunin á nýggjárinum. Tvey fólk vórðu dripin her.
/Ritzau/