Magne settur upp á pláss í Klaksvík

Árni Frederiksberg legði við skoti úr 55 metrum heimaliðið framum 2-1, og nú eru Magne Hoseth og B36 á veg úr Klaksvík við 4-2 tapi

Meistaraheitið er langt burtur. Trífalda meistaraliðið í Klaksvík hevur fyrr í ár mist so mikið nógv, at tað eru níggju stig fram til Víking. Síðstu tíðina hevur tað hjá klaksvíkingum snúð seg um at spæla lið saman, ið kann varðveita bronsuplássið og harvið rættin næsta summar at spæla í Europa.

 

Í kvøld vann KÍ 4-2 á heimavølli ímóti B36 og fyrrverandi KÍ venjaranum Magne Hoseth. Tað ber við sær, at KÍ síðstu lítlu vikuna hevur togað seg seks stig nærri HB, ið er næstfremst.

 

Avrikið í kvøld bar boð um, at tað gongur rætta vegin, eftir at KÍ higartil í ár hevur verið í leikligum aldudali. Nýggju spælararnir styrkja um liðið. Fleiri av teimum, sum hava verið skaddir, eru ikki so langt burtur, og bæði René Shaki Joensen og Mads Bo Mikkelsen eru eisini uttanfyri. Tað er møguleiki fyri, at onkrir av hesum vera við, tá ið Europa fótbóltur í næstu viku verður á skrá.

 

KÍ legði seg á odda í fjórða minutti, tá ið B36 miðverjin Thomas Lillo eftir KÍ innlegg úr vinstru stýrdi bóltin í málið. Í 18. minutti javnaði B36 eftir horna úr høgru. Tað var Thomas Lillo, sum við høvdinum setti bóltin í málið og so var 1-1.

 

Tað leikaði javnt á fram ímóti steðginum, men eftir steðgin vóru heimamenninir sera bragdligir og ágangandi. Tað bar úrtøku við sær, tá ið ein lítil tími var farin. Heilt merkiligt var málið. Árni Frederiksberg fekk bóltin tíggju metrar aftanfyri miðstrikuna. Hann smekkaði til, og bólturin sigldi omanfyri uttarlaga stadda Silas Eyðsteinsson í B36 málinum og í meskarnar.

 

Mál broyta dystir, plagar at verða tikið til, og næstu stóru tíggju minuttirnar skoraði KÍ tvey mál aftrat og so var 4-1. Fyrra málið skoraði nýggi álopsspælarin Joseph Michael Williams, sum fyri fyrstu ferð var KÍ málskjútti. Uppleggið átti innskifti Pætur J. Petersen, sum í kvøld stóð sterkur í myndini.

 

Páll A. Klettskarð økti um munin til 4-1. Pætur J. Petersen fekk bóltin frá B36 miðverjuni, og Pætur legði bóltin fyri føturnar á Páll A. Klettskarð, sum fyri 14. ferð í ár var málskjútti.

 

KÍ avrikið var staðfesting av, at tað leikliga hongur væl betur saman nú, enn tað gjørdi fyrr í ár.

 

Magne Hoseth hevur leitað eftir røttu uppstillingini. Í kvøld riggaði tað í løtum, men Magne Hoseth er neyvan liðugur at leita. Fyrst og fremst snýr tað seg um at avmarka persónligu mistøkini, sum í kvøld kostaðu fleiri mál.

 

Úrslitið í Klaksvík í kvøld var 4-2. Í síðstu løtu var tað miðverjin Vilmer J. Rønnberg, sum eftir fríspark úr høgru setti bóltin í KÍ málið.