Magnus Rasmussen varð valdur fyrstu ferð á løgtingsvalinum 1. september 2015. Tá hevði hann sitið sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu í sjey ár og legði tá borgarstjórasessin frá sær og stillaði ikki upp aftur á kommunuvalinum árið eftir.
Hann varð afturvaldur á løgtingsvalinum í 2019.
Magnus trívist væl í politiska arbeiðinum og hevur hug at halda fram, væl at merkja um veljarin ynskir tað. Hetta skeiðið hevur hann verið formaður í Fíggjarnevndini í tvey ár og síðani landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum í eitt gott ár.
Endamálið hjá Magnusi at stilla upp og við vón um at vinna tingsessin aftur er púra greitt. Hann ynskir at vera við til - á Løgtingi - at gera sína ávirkan galdandi og virka fyri, at Føroyar skulu verða eitt enn betri samfelag, har øll fólk trívast, mennast og fáa avbjóðingar.
Í strembanini eftir hesum, so er umráðandi at síggja alt tað føroyska samfelagið sum samansett og livandi, har øll skulu hava tað gott, tí annars trívast vit ikki. Politiska uppgávan er og verður áhaldandi at arbeiða fyri hesum endamáli.
Magnus hevur áhuga fyri øllum samfelagsøkjum, men skal hann taka fýra øki burturúr, so eru tað:
- Vinna
Vinnan ber tað føroyska samfelagið. Neyðugt er, at øll vinnan hevur greiðar og tryggar umstøður at arbeiða undir og ikki minst, at vinnan er kappingarfør við kappingarneytarnar í útlondum
- Samfelagsbúskapur
Neyðugt er, at búskapar- og fíggjarviðurskiftini eru stabil. Raksturin eigur at stýrast neyvt og skuld gjaldast niður. Eydnast hetta, so eru góðir møguleikar at gera nógvar neyðugar íløgur, sum vit hava brúk er fyri
- Vælferð
Almanna-, heilsu- og undirvísingarmál eru stór og týdningarmikil mál og skulu raðfestast høgt. Vit skulu - við skilagóðum ætlanum og raðfestingum - koma langt fram á leið á hesum økjum. Endamálið er, at øll skulu hava tað gott og trívast
- Grøna leiðin
Neyðugt er at verja náttúruna og eisini skipa so fyri, at orkuframleiðslan er úr varandi orkukeldum. Samstundis eigur at verða eggjað til grøna orkuskiftið