Mál um blygnaðarskemd í svimjihøll og harðskap í Suðuroy

Tvey mál verða kannað í løtuni, eitt um blygnaðarskemd í Havn og eitt um harðskap í Suðuroy

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um blygnaðarskemd í Svimjihøllini í Gundadali í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn vil ikki í smálutir í málinum, men tað er eitt mál, sum er farið fram í umklæðingarrúminum hjá monnum í svimjihøllini í Havn.

– Eg fái ikki greitt frá málinum í smálutir, tí vit skulu kanna hetta málið og umstøðurnar nærri.

Vakleiðarin er eisini fáorðaður um málið um harðskap, sum í gjár varð meldað til løgregluna. Talan er um eitthvørt, sum er farið fram í einum bústaði í Suðuroy. Eisini hetta málið verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.