Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, var í óvart á vitjan hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Har síggjast myndir, sum skrivstovan hjá italsku forsætisráðfrúnni hevur sent til fleiri miðlar av Trump og Meloni lið um lið á luksus-bústaðnum Mar-a-Largo hjá Trump í Florida.
Burtursæð frá myndini hevur einki verð sagt um vitjanini, og tað hevur ikki eydnast hjá tíðindastovuni AFP at fáa svar uppá spurningar um vitjanina.
Fleiri amerikanskir miðlar skriva sambært AFP, at á vitjanini var borðhald og filmssýning og annað á skránni.
Myndir av Trump og Meloni prýddu forsíðurnar á fleiri italskum bløðum í morgun.
Italska vitjanin í Florida er stutt fyri, at núverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, fer til Italia at hitta millum annað Meloni og seinni pávan.
/Ritzau/