Minningarorð um Eyðfinn Jacobsen

Føddur: 18.11. 63

 

Andaðist: 25.01. 22


Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistur og tíbetur, at so er, tí vistu vit tað, hevði lívið verið óliviligt.

So sera dáttligt var tað, at tú Eyðfinn, andaðist bert 58 ára gamal, fáar tímar eftir, at tú hevði verið á Landssjúkrahúsinum, undir læknahond, men varð sendur heim aftur. Tú hevði verið trongur og segði, at tað kendist, sum um at tú ikki fekk luft og satt var tað. Æðrarnar til hjartað vóru tiptar og tað var orsøkin til deyða tín.

 

Eftir sita eg og míni, við sorg og sakni og tómrúmið er so ómetaliga stórt, at tað ei kann lýsast í orðum. Tú var altíð her hjá mær og var mær ein so góður og hollur stuðul.

Tú var ein maður av fáum orðum og blíðum lyndi og var lættur, at verða saman við. Tú hevði nógvar góðar eginleikar og var altíð til reiðar, at rætta eina hjálpandi hond, bæði til okkum, sum stóðu tær nærmast, men eisini øðrum, sum tú kendi minni væl.

 

Kampinglívið dámdi okkum væl, har kendu vit fleiri og høvdu góðar vinir. Har var tú altíð til reiðar at hjálpa. Uttan at verða biðin, kom tú bara stillisliga og tók hond í.

Tá tiltøk skuldu haldast og stóra tjaldið skuldi setast upp, eins og takast niður, var tú eisini við, við einari hjálpandi hond og væl lá fyri.

 

Eisini syrgdi tú fyri, at alt, sum skuldi gerast í vogninum, har vit búðu, var í lagi og um tú var til arbeiðis á Luna, ella Bakkafrost, bað tú altíð onkran annan syrgja fyri, at alt var í lagi.

 

Tú dugdi so væl, at fáa tingini í rætt lag og dugdi væl at skrúva og hjá teim, ið kendu teg frá kampinglívinum, kennist saknurin eisini.

 

Í sorgini livur tó vónin, um at tú nú ert í góðum stað og at vit skulu síggjast aftur.

 

Saknaður og elskaður kærasti Eyðfinn.

 

” Hvíl í friði, til vit aftur hittast handan sýn”.

 

Tín Eyðdis