Jólini eru í hondum, men ikki øll hava líka nógv at gleðast um.
Fleiri stúra fyri jólunum, tí hjá teimum eru jólini ikki knýtt at familjuhugna og gleði. Hjá teimum er veruleikin ein annar.
Eg hugsi serliga um øll tey børnini, ið búgva í einum heimi við misbrúkstrupulleikum, við ringari sálarsjúku, ið fyllir alt, børn í harðskapsraktum heimum - og tey menniskju, ið sjálvi hava stórar sálarligar avbjóðingar og misbrúk at dragast við. Hesi fólkini verða alt ov ofta og alt ov nógv yvirsædd í samfelagi okkara. Tá valstríð er, standa valevni í kø fyri at vilja hjálpa hesum fólkum, men millum valini verður lítið og einki gjørt. Í stóran mun mugu hesi fólkini dúva á sjálvbodnar felagsskapir, ið fáa eina stuðulsupphædd á fíggjarlógini, sum er alt ov lág til at hava tilboð og stovnar koyrandi sum tey eiga. Hóast har eru eldsálir, ið brenna so nógv fyri sínum arbeiði, at tey gera alt fyri at fáa endarnar at røkka saman, so kunnu hesi fólkini lættliga brenna út.
Vit hava felagsskapir, sum gera eitt fantastiskt arbeiði, og hesi eiga at fáa meira viðurkenning. Tí uttan tey var einki. Einki vælferðasamfelag.
Eg kundi nevnt fleiri tilboð, men eg havi valt at taka útgangsstøði í tveimum tilboðum, sum eg kenni serliga væl.
Tað eina er kjattráðgevingin hjá Sinnisbata, sum hevur verið til í nøkur ár, og verið opin millum kl. 20 og 22 hvørt kvøld alt árið. Eitt tilboð, sum eg sjálv var stigtakari til, og var við at seta á stovn. Orsakað av vantandi fígging er hetta tilboðið nú avmarkað til at hava opið frá sunnukvøldi til og við hóskvøld kl. 20-22. Hetta er eitt tilboð, sum bleiv sett á stovn, tí einki annað tilboð av hesum slagi var í Føroyum. Har kunnu fólk leita sær ráðgeving og hjálp dulnevnd og umvegis kjatt. Tað hava sera nógv fólk síðani gjørt. Tí er tað eisini ómetaliga harmiligt, at tað skal vera manglandi játtan, sum skal gera, at tilboðið ikki kann hava opið hvørt kvøld - og enntá víðka um upplatingina.
Eitt annað tilboð, sum eg hugsi serliga um í hesum døgum, er Viðgerðastovnurin Frælsi á Eiði. Eitt viðgerðatilboð fyri ung frá 18 ár og uppeftir. Stovnurin hevur verið til í fimm ár, og tey fimm árini hevur hann ikki verið stongdur eina einastu ferð. Á jólum í ár er stovnurin noyddur at senda tey ungu, sum eru í viðgerð, heim. Summi hava kanska ikki eitt stað at fara “heim” til, og Herbergið er tí teirra stað at fara. Resursur mangla til at halda stovnin opnan. Á viðgerðastovninum er pláss fyri átta ungum fólkum, men manglandi resursur gera, at stovnurin einans kann taka fimm inn til viðgerðar í senn. Vit tosa um einasti tilboðið av sínum slagi í Føroyum.
Í staðin fyri at standa í kø fyri at lova hesum fólkunum alt møguligt, so skal mann heldur bara handla og gera tað sum krevst. Slík tilboð, sum nevnd eru, eiga ikki at vera lægst í hierarkinum, tá pengar skulu býtast út. Vit vita øll, at tað kostar meira fyri samfelagið at lata vera - hvørjum bíða vit í veruleikarnum eftir?
Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til Løgtingsvalið