Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen hildu lív í at bjarga plássinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Á Consto Arena leikvøllinum í Mjøndalen vann heimaliðið í dag 3-0 á Stabæk.
Alie Conteh legði Mjøndalen á odda longu í sætta minutti. Meinhard økti til 2-0 í 56. minutti aftaná upplegg frá Mats Pedersen. Meinhard sendi úr stuttari frástøðu bóltin hegnisliga framvið málverjanum. Talan er um sjeynda málið hjá Meinhardi hetta kappingarárið.
HER ber til at síggja málið hjá Meinhardi.
Í 78. minutti staðfesti Mathias Bringaker sigurin hjá Mjøndalen, tá hann økti til 3-0.
Mjøndalen er næstaftast í deildini við 28 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Levanger sum hevur 29 stig. Liðið sum endar næstaftast flytur beinleiðis niður. Liðið sum endar triðaftast skal spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.
Gullbrandur H. Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF, ið eru langt aftast í deildini við 17 stigum taptu í dag á heimavølli heili 2-6 fyri Ranheim á heimavølli. Ranheim var á odda 3-0 í steðginum, og var á odda 6-0 áðrenn Sandnes slapp at pynta um úrslitið við tveimum málum.
Í seinasta umfarinum komandi leygardag klokkan 15 spælir Mjøndalen dyst móti Raufoss á útivølli. Mjøndalen sum hevur nógv verri málúrtøku enn Levanger mugu vinna dystin fyri at hava ein møguleika at yvirliva. Samstundis má Levanger ikki vinna heimadystin móti Åsane.
Sandnes ULF endar eitt soltið kappingarár við útidysti móti Egersund.