Montenegro er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Montenegro og Føroyum

Savnsmynd

Seinnapartin klokkan 15.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í hesari EM-undankappingini á útivølli móti Montenegro.

 

Hóast Føroyar avrikaðu væl ímóti Grikkalandi á útivølli, og taptu bert 0-1 upp á eitt óheppið brotsspark í undanfarna dystinum, so hava 13 altjóða veddingarfyritøkur Montenegro sum ein stóran favoritt til at vinna á Føroyum.

 

Farna fríggjadag vann Montenegro 6-1 á Andorra í undankappingarbólki 3.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Montenegro eru so lág sum 1,03.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 11,31.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru so høg sum 28,62.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd