Nógv færri revsimál enn fyri 12 árum síðani

Seinastu 20 árini er nógv hent á revsirættarliga økinum, og hagtølini vísa, at meðan summi mál verða fleiri, so verða onnur færri

Hagstovan hevur seinastu dagarnar varpað ljós á virksemisyvirlitið hjá løgregluni í Føroyum, og yvirhøvur eru nógv lógarbrot, ið eru vorðin færri í tali.

 

Yvirhøvur eru revsimálini nógv færri í tali í dag, enn tey vóru fyri 12 árum síðani. Tølini vísa, at í 2007 vóru 1100 revsimál, men í 2019 var tað minkað niður í 500.

Tað eru ivaleyst ávísar orsøkir til, at talið á revsimálum er fallið so nógv, heldur Michael Boolse, fúti.

 

– Vit hava havt fokus á harðskapi í náttarlívinum. Og vit hava havt samstarv við fleiri av teimum støðunum, har vit sóu, at harðskapur var. Tað var millum annað í bíðirøðum til pitsastøð. So settu vit nøkur ting í gongd, har pitsariaeigararnir royndu at halda betri stýr á bíðirøðunum í náttarlívinum. Tað hevur faktiskt givið rættiliga gott úrslit, sigur Michael Boolsen.

 

– Vit fóru inn at hyggja, hvar hesar býttu støðurnar við harðskapi í náttarlívinum komu frá. Upp á tann mátan hava vit sæð, at har er komin ein broyting, sigur Michael Boolsen, men leggur aftrat, at hetta er eisini ein tendensur, ið løgreglan sær í Danmark.

– Harðskapsmeldingarnar fara eisini niður í Danmark, so tað kann eisini vera okkurt, ið liggur í tíðini.

 

Herveksmál minkað við 75 prosentum

Lutfalsliga er tað serliga herverksmál, ið eru vorðin færri í tali - úr 400 í 2007 og niður í júst yvir 100 í fjør.

Tað er serliga SSP samstarvið, ið er orsøk til hetta, metir Michael Boolsen.

– Vit hava í grundini hava stóra success við okkara SSP samstarvi [Skúlaverk, sosialir myndugleikar og politi, red.]. Uttan at hava nakað statistiskt grundarlag fyri tí, kundi eg ímyndað mær, at tað hevur nakað at gera við, at vit fáa eitt gott prát við børnini um, hvat tað merkir fyri tey. Tí tað hevur avleiðingar fyri tey í mun til framtíðarmøguleikar, um tey fáa ein dóm fyri brot á revsilógina. Og eg haldi, at har tí eru fleiri, ið hugsa seg um, sigur Michael Boolsen.

– Tað kann eisini hava nakað við alkoholmentanina at gera. Nú síggi eg, at alkoholmentanin er annarleiðis, enn tá eg var her fyri 25 árum síðani, sigur Michael Boolsen, sum tá starvaðist sum løgreglufulltrúi í Føroyum miðskeiðis í 90'unum.

– Tá varð drukkið annarleiðis. Eg sigi ikki, at tað ikki eru full ung í náttarlívinum í dag, men tað varð drukkið annarleiðis tá. Og eg kundi ímyndað mær, at tað hevur nakað við alkoholmentanina at gera.

Somuleiðis metir fútin eisini, at øktu tilboðini um frítíðarítriv spæla eisini ein leiklut.

– Tað er partur av allari SSP tankagongdini. Jú fleiri frítíðartilboð eru, og jú meira upptikin tú ert, til dømis av fótbólti, so nyttar ikki at koma við timburmonnum til dyst. Har er ein góður samanhangur í tinginum, ið ger, at vit síggja, at har er ein niðurgongd í herverksmálum. Og tað er ein dramatisk niðurgongd, sigur Michael Boolsen.

 

Mál um siðamisbrot standa í stað

Hinvegin er talið á málum um siðamisbrot ikki minkað nógv. Mál um siðamisbrot umfata alt tað, ið hevur við kynsligan ágang at gera, so sum neyðtøka, neyðtøkuroynd og blygdanarskemd (incest).

Samanborið við onnur revsimál eru tølini viðvíkjandi siðamisbroti lítil, og tey sveiggja rættiliga nógv upp og niður. Tey minkaðu spakuliga júst eftir aldarskiftið, og í 2011 var einki mál um siðamisbrot. Í 2018 vóru kortini yvir 50 mál um siðamisbrot, og í fjør vóru 33 mál.

Um júst tað, at har var eitt ár uttan mál um siðamisbrot, sigur Michael Boolsen, at har kann vera talan um myrkatøl.

 

– Uttan at inkriminera nakran og pástanda, at onkur hevur gjørt nakað, sum tey ikki hava gjørt, so eru jú myrkatøl, og serliga innan hetta økið. Tað eru nógv, sum ikki hava hug at melda.

– Vit síggja eisini, at tá har eru mál, ið fáa nógva almenna umrøðu, so verður oftari meldað.Tá tykist at vera okkurt forstáilsi fyri, at tað er kanska ikki so, at einki verður gjørt, og at fólk tora væl at traðka fram at melda kortini.

Michael Boolsen leggur dent á, at talan er ikki um nakra struktureraða gjøgnumgongd av hagtølunum, men vísir aftur á tíðina, tá hann var her seinast, sum dømi. Tá var eitt mál, har ein pápi og ein abbi høvdu misbrúkt tvær gentur, og málið fekk stóra umrøðu.

– Í fleiri ár høvdu vit tá ikki havt meldingar um siðamisbrot, men so kom ein streymur av meldingum. Eg haldi, at tá fólk síggja, at dómar fella, og at tey eru ikki tey einastu, ið verða misbrúkt, traðka tey fram.

 

Broytt vápnalóggáva førdi til fleiri mál

 

Stórur vøkstur hevur verið í talinum á brotum á vápnalógina síðan 2010. Frá 2002 minkaði talið á brotum á vápnalóggávuna frá 15 niður í bert eitt í 2010, men síðani er tað bara voksið. Vøksturin í brotum á vápnalógina var støðugur frá 2010 fram til 2017, tá vøksturin tók dik á seg, og í 2019 vóru heili 45 brot á vápnalógina.

Í februar í 2015 gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður, greitt, at vápnalógin skuldi herðast. Millum annað skuldu øll skotvápn skrásetast í navninum hjá eigaranum, og øll tey, ið áttu ella vildu eiga vápn, skuldu taka vápnaskeið og fáa vápnaprógv frá Akstovuni.

Harumframt skuldu allir vápnaeigarar hava vápnaskáp ella vápnalás til skotvápnini.

Michael Boolsen vísir eisini á broyttu lóggávuna sum møguliga orsøk fyri, at málini um brot á vápnalóggávuna gjørdust fleiri í tali.

– Eg meini, at har vóru fleiri vápn, ið vórðu fevnd av vápnalógini. Lógin varð strammað upp, sum eisini merkir, at tað er náttúrligt, at har verða fleiri meldingar og har fella fleiri dómar fyri brot á vápnalóggávuna.

 

Sveiggj í fongsulshagtølunum

Talið á fongslingum og varðhaldsfongslingum hevur verið í støðugari minking frá miðskeiðis í 00'num. Frá 2000 til 2004 vaks talið á fongslaðum úr 100 upp í 150, men síðani er talið minkað støðugt,og í fjør vóru 60 fongslingar og varðhaldsfongslingar.

– Tað eru nøkur sveiggj, sum tú eisini sært í Danmark. Har eru nøkur mál, ið elva til rættiliga nógvar varðhaldsfongslingar. Hyggur tú so eftir árinum eftir, eru ikki so nógvar varðhaldsfongslingar. Tað er eitt útrykk fyri, hvat tað er fyri kriminalitetur, ið elvir til nógvar varðhaldsfongslingar, og onkuntíð er ikki so nógv at júst tí kriminalitetinum. Har eru stór sveiggj í tølunum, eisini í Danmark.

 

Føroyar menna seg upp á gott ringt

Hinvegin eru brotini á rúsevnislógina, ið vóru stívliga 50 fyri 20 árum síðani, voksin munandi, serliga síðani 2012, so tey vóru 119 í 2019.

Føroyar eru vorðnar tættari knýttar at umheiminum, heldur Michael Boolsen, sum eisini metir, at hetta merkir, at fleiri rúsevni finna vegin fram til Føroyar, og sostatt verða eisini fleiri rúsevnismál.

– Eg haldi, at tað kann vera eitt útrykk fyri, at føroyska samfelagið mennir seg upp á gott og ringt, sigur Michael Boolsen og leggur aftrat, at hetta er ikki grundað á nakra grundiga gjøgnumgongd av statistikkinum.

– Føroyar menna seg eisini við heiminum kring seg. Ferðslan við útheimin er voksin nógv, og veksur ferðslan, so er tað náttúrligt, at fleiri rúsevni koma inn í landið. Tað verður torførari at hava fullkomið eftirlit. Fyrr vóru tvey flogfør um dagin, og tað var tað, sigur Michael Boolsen, fúti.

 

 

Sitat 1: –Vit fóru inn at hyggja, hvar hesar býttu støðurnar við harðskapi í náttarlívinum komu frá.

Sitat 2: Eg haldi, at tá fólk síggja, at dómar fella, og at tey eru ikki tey einastu, ið verða misbrúkt, traðka tey fram.

Sitat 3: Eg haldi, at tað kann vera eitt útrykk fyri, at føroyska samfelagið mennir seg upp á gott og ringt