Nógv nýggj andlit í Løgtinginum

Vanliga verður um ein triðingur av tinglimunum skiftir út, tá ið løgtingsval er. Longu nú vita vit um seks tinglimir, sum ikki verða at síggja í tingsalinum eftir valið

Tað er onki óvanligt í, at ein triðingur av tinglimunum verða skiftir út, tá ið løgtingsval. Soleiðis verður helst eisini hesaferð eftir valið 31.august - ja kanska koma enn fleiri nýggj tingfólk  inn í salin, sum vit ikki hava sæð í hesi tingsetuni.


Longu nú vita vit um seks tingfólk, sum vit við vissu ikki fara at síggja í tingsalinum eftir valið, tí tey hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur.

Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum var valdur á Fólkating fyrr í vár, og tá boðaði hann frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur til løgtingsvalið. Við øðrum orðum er hann ein, sum vit ikki fara at síggja í Løgtinginum.

Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum gjørdi tað sama. Undan fólkatingsvalinum boðaði hon frá, at hon ikki stillar upp til komandi løtingsval.

Kára P. Højgaard úr Sjálvstýri hevur eisini takka fyri seg, og nú í vikuni boðaði Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum frá, at hann ikki stillar upp á hesum sinni.

Magni Laksáfoss, sum í veerandi tingsetu hevur verið uttanflokkatingmaður, hevur eisini sagt, at hann stillar ikki uppaftur og Sonja Jógvansdóttir, sum fór úr Javnaðarflokkinum og var uttanflokkatingkvinna alt valskeiðið, men móti endanum skifti yvir í Tjóðveldi, boðaði nú frá, at heldur ikki hon fer at stilla upp.

Sjeyndi tinglimurin, sum vit ikki vita hvat fer at gera, er fyrrverandi limurin í Javnaðarflokkinum, borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Hann sleppur ikki at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, tí hann er koyrdur úr flokkinum, men hann stillar møguliga upp fyri onkran annan flokk - ella gevst í landspolitikki.

So nógv nýggj andlit verða at síggja, tá ið tingið kemur saman eftir valið 4. august.