Næstan 450.000 palestinar eru flýddir úr Rafah

- Fólk uppliva áhaldandi máttloysi, svongd og ótta, tí einki stað er trygt, og teirra einasta vón er ein vápnahvíld í Gazageiranum, sigur ST-hjálparfelagsskapurin, UNRWA.

ST veit í dag at siga, at næstan 450.000 fólk eru rýmd úr býnum, Rafah, har suðuri í Gazageiranum, síðan ísraelsku herdeildirnar herdu álopini á býin og partvís tóku seg inn í býin.

 

Frammanundan høvdu nógvir palestinar leitað sær skjól í býnum - undan ísraelsku álopunum aðrastaðni í Gazageiranum.

 

Men, síðan Ísrael herdi álopini á Rafah, sum liggur nærindis markinum til Egyptaland, eru nógv fólk flutt haðani - eisini eftir áheitan frá ísraelska herinum.

 

ST hjálparfelagsskapurin fyri palestinsk flóttafólk - UNRWA - sigur í dag á X, fyrrverandi Twitter, at gøturnar í Rafah eru manntómar.

 

- Famljur halda fram við at flýggja úr býnum og royna at finna tryggleika aðrastaðni, sigur hjálparfelagsskapurin.

 

UNRWA sigur, at fólk uppliva áhaldandi máttloysi, svongd og ótta, tí einki stað er trygt, og teirra einasta vón er ein vápnahvíld í Gazageiranum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at ísraelski herurin tekur seg fram, bæði í Rafah og eisini aðrastaðni í Gazageiranum.

 

- Sagt verður frá gøtubardøgum og fólki, sum av øllum alvi royna at koma sær í tryggleika, leggur tíðindastovan aftrat.