Næstu tímarnir verða avgerandi fyri Robert Fico

- Eg havi avgjørt einki ánilsi av, hvat hann hevur ætlað, hvat hann hevur tilrættalagt, og hví hetta hendi, sigur sonurin til mannin, sum nú er handtikin og skuldsettur fyri drápsoynd.

 

Tað er ein maður í sjeytiárunum, sum er handtikin og skuldsettur fyri at hava skotið 59 ára gamla forsætisráðharran í Slovakia, Robert Fico.

 

Álopið hendi eftir ein stjórnarfund í býnum, Handlova, sum liggur nakað uttan fyri høvuðsstaðin í Slovakia, Bratislava.

 

Tað veit statsrikna tíðindastovan, Teraz, at siga í dag, og somu tíðindi bera eisini fleiri útlendskir miðlar seinnapartin í dag.

 

Video-upptøkur vísa, at fimm skot vóru at hoyra, og seinnapartin hava tey á forsætisráðharraskrivstovuni váttað, at Robert Fico er raktur í búkin.

 

Sambært soninum hjá tí, sum nú er handtikin og skuldsettur fyri at hava skotið forsætisráðharran, átti pápin lógliga skrásett vápn.

 

- Eg havi avgjørt einki ánilsi av, hvat hann hevur ætlað, hvat hann hevur tilrættalagt, og hví hetta hendi, sigur sonurin við útlendskar miðlar.

 

Á Facebook-vanganum hjá forsætismálaráðnum verður sagt, at Robert Fico hevur fingið lívshóttandi løstir, og at teir næstu tímarnir verða avgerandi fyri, hvussu verður.

 

Sambært tíðindastovuni, Reuters, var forsætisráðharrin við vit, tá hann eftir álopið í skundi varð fluttur av staðnum.

 

##med2##

 

 

 

- Pápin átti lógliga skrásett vápn, sigur sonurin, sum ikki dugir at ímynda sær, hví pápin skeyt.