Norðingar settu meistararnar í skuggan

10-mannafør: Hóast klaksvíkingar royndu við tíðliga at fara í endaspurt, so eydnaðst tað ikki at taka Norðing, sum svaraði aftur og setti tingini upp á pláss

Klaksvíkingur er FM vinnari í kappróðri fyri 10-mannafør. Hetta er fjórða árið á rað, at Klaksvíkingur er meistari, og hetta er 11. ferðin, at Klaksvíkingur vinnur FM. Flest FM heitið í kappingini millum 10-mannafør eigur Havnarbáturin, sum hevur vunnið FM 13 ferðir.

 

Men tað er ikki treytaleyst kæti umborð á Klaksvíkingi um hetta FM heitið, sum tað hevur verið um flestu av hinum.

 

Tí í dag var tað ikki FM vinnarin, sum var tann stinnasti.

 

Tað var Norðingur, sum vann ólavsøkuróðurin. Norðingur vann eisini á vestanstevnu í Sandavági. Tí var við spenningi bíðað eftir, hvussu tað í dag fór at tørna út.

 

##med2##

 

Norðingur var fremstur mest sum allan teinin. Eina løtu var hann skutin og gott tað undan Klaksvíkingi, sum hevði Nólsoyar Páll í hølinum.

 

Teir á Klaksvíkingi kendu tað neyðugt at fara tíðliga undir endaspurtin. Tá leið væl eftir, og Klaksvíkingur legði seg borð um borð við Norðing, og eina lítla løtu var Klaksvíkingur fremstur. So svaraði Norðingur aftur, og tá ið Norðingur fór um málið, var tað ein skutur aftur til Klaksvíking, sum var skutin undan Nólsoyar Páll.

 

##med3##

 

##med4##

 

úrslit/rsf.fo

 

##med5##