Nú eru fleiri elbilar í Noregi enn bensinbilar.
Tað sigur norska Opplysningsrådet for Veitrafikken (OFV) í tíðindaskrivi í dag.
Av samlaða bilatalinum tann 16. september eru 754.303 elbilar, meðan tað eru 753.905 bensinbilar.
Stjórin í OFV Øyvind Solberg Thorsen kallar tað "søguligt".
Hann vísir á, at tað er langt á mál, áðrenn Noreg verður fyrsta landið í heiminum har elbilarnir eru teir felstu.
- Tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn vit koma hartil, tí enn eru ein millión skrásettir persónbilar við dieselmotorum í landinum, sigur Solberg í tíðindaskrivi.
Við nýggjastu tølunum eru elbilar beint yvir ein fjórðingur av samlaða norska bilatalinum, sum er umleið 2,8 milliónir bilar.
Í Danmark er tíggjundi hvør bilur elbilur, skrivaði Bilmagasinet út frá tølum frá bilstatistik.dk fyrst í september.
Í Føroyum eru 20.424 bensinbilar, 17.764 dieselbilar og 2.292 elbilar av tilsamans 42.339 akførum.
Í nógv ár hevur verið eitt politiskt átak í Noregi at økja talið av elbilum - millum annað skuldu elbilar ikki rinda bummgjald leingi.
Í 2025 hevur Noreg sum mál at selja einar sonevndar null-útlátsbilar. Í roynd og veru merkir hetta í høvuðsheitum elbilar, men eisini nakrar vetnisbilar, sum tó mynda ein minniluta.
Sambært OFV er høvuðsorsøkin til, at tað nú eru fleiri elbilar enn bensinbilar, at nýskrásettir persónbilar í Noregi í høvuðsheitum eru elbilar.
Men at farið um markið í september kemst eisini av, at sokallaðir entusiastbilar eru avskrásettir í kjalarvørrinum á summarinum.
Entusiastbilar eru serbilar, eisini eldri bilar, sum ofta standa parkeraðir, tá ið heystið og veturin koma.