Seinnapartin í dag bórust tíðindini um, at stórtingsflokkarnir í Noregi eru samdir um øktan stuðul til Ukraina.
Semja er um, at stuðulin í 2025 fer at liggja um einar 22 milliardir krónur í okkara peningi, sum er einar 35 norskar milliardir.
Norska stjórnin hevði í ríkisfíggjarætlanini sett 15 norskar milliardir av til Ukraina næsta ár.
Men, andstøðan í stórtinginum helt hetta vera alt ov lítið. Tíski gjørdust flokkarnir í hesi vikuni samdir um at økja stuðulin til Ukraina.
Fáar tímar eftir, at tíðindini bórust, takkaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fyri norsku vælvildina.
- Hetta er ein greiður boðskapur til teirra, sum kríggjast móti friðinum. Frælsi heimurin stendur saman við Ukraina, sigur norski forsætisráðharrin.
Tveir triðingar av norsku veitingunum fara til hernaðarlig endamál, og ein triðingur fer til humaniterar veitingar.
Tíðindastovan NTB er millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í kvøld.