Verkfall: Nú er aftur røringur í – tosa við semingsmannin

Semingsmaðurin hevur fund við stríðandi partarnar

Tað frættist nú, at semingsmaðurin er á fundi við arbeiðarafeløgini í verkfalli í hølunum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegnum í Havn.

Hann hevur eisini samband við arbeiðsgevararnar.

Higartil hava bara arbeiðsgevararnir slakað og eru farnir frá 9 prosentum í lønarhækking til at góðtaka eina lønarhækking, sum er oman fyri 12 prosent.

Arbeiðarafeløgini halda fast við síni krøv, sum nú eru hægri, enn tá tað slitnaði og verkfall varð lýst. Tá var »tilboðið«, sum Heri Reynheim orðaði seg á in.fo í gjár upp á 14,6 prosent, men tað var tí, at talan var um eitt tilboð í friðartíð. Nú er kravið um 15 prosent í lønarhækking.