Í kvøld varð útsetti dysturin inni í Dal á Sandi millum B71 og teir næstbestu hjá HB spældur. Hann var útsettur frá ólavsøkuumfarinum, tá ið HB var upptikið av europeiskum fótbólti.
HB fór aftur um Skopunarfjørð við 4-1 tapi. Hetta er triði dysturin á rað, at HB er farið av vøllinum uttan úrtøku. HB er á áttanda plássi við 27 stigum, og tað er greitt, at næstbesta HB liðið eisini í 2024 verður í 1. deild.
Leygardagin fyrireikaðu sandoyingar seg til heimadyst, men teir í EB/Streymi megnaðu ikki at manna lið, og nú er tað greitt, at dysturin verður ikki spældur, og at B71 vann tey trý stigini við málmuninum 3-0.
B71 úrtøkan er seks stig í fýra dagar. Nú hevur B71 38 stig, og sandoyingar eru á fjórða plássi. KÍ hevur eisini 38 stig, men málmunurin hjá B71 er betri, enn hann er hjá KÍ.
Í kvøld var tað Jónas Warner, sum legði B71 á odda í 9. minutti, og tríggjar minuttir seinni javnaði Eliesar Clementsen til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá honum í 1. deild í ár.
Eftir lítlan hálvan tíma legði Tijani Mohammed aftur B71 á odda. Hetta var 18. málið hjá honum í ár.
Í 2. hálvleiki skoraði B71 tvey mál aftrat. Ein tími var farin, tá ið James Drye økti um heimaleiðsluna til 3-1. 26 ára gamli amerikanski spælarin var liðformaður í kvøld, og hetta var aðruferð í ár, at hann taldist millum málskjúttarnar.
20 minuttir undan leikloki varð Jónas Warner tvífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 4-1 heimasigurin. Nú hevur hann skorað fýra mál, síðani hann í summar flutti aftur til B71 eftir at hava verið á Svangaskarði og í B68 í nakrar mánaðir.
Longu leygardagin hittast HB og B71 aftur. Tá verður tað í Gundadali.
Skála | 24 | 20 | 1 | 3 | 69 | 20 | 61 |
NSÍ | 24 | 18 | 3 | 3 | 66 | 20 | 57 |
Víkingur | 24 | 13 | 2 | 9 | 53 | 37 | 41 |
B71 | 24 | 11 | 5 | 8 | 49 | 38 | 38 |
KÍ | 24 | 12 | 2 | 10 | 43 | 39 | 38 |
FC Hoyvík | 24 | 9 | 4 | 11 | 44 | 51 | 31 |
B36 | 24 | 9 | 3 | 12 | 48 | 42 | 30 |
HB | 24 | 8 | 3 | 13 | 42 | 50 | 27 |
B68 | 24 | 5 | 2 | 17 | 23 | 69 | 17 |
EB/Streymur | 23 | 1 | 3 | 19 | 21 | 89 | 6 |
Leygardagin 7. oktober
EB/Streymur – Skála: Rúni Olsen kl.
Víkingur – KÍ: Alex Troleis kl.
NSÍ – FC Hoyvík: Kári J. á Høvdanum kl. 13.00
B68 – B36: Dagfinn Forná kl.
HB – B71: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.30