Harald Thompson Rosenstrøm er útbúgvin sjónleikari á Moscow Art Theatre School í Moskva, undir leiðslu av Kirill Seebrennikov.
Hann hevur lisið búskap og leiðslu á BI í Noregi, og hevur eina Master innan filmshandrit, frá TAMK, í Finnlandi. Hann hevur viðkomandi royndir innan leiklistayrkið og sum leiðari.
Síðani 2022 hevur Harald Thompson Rosenstrøm arbeitt sum listarligur leiðari millum annað á leikhúsinum Vabalava í Estlandi og áðrenn hetta var hann rektari á leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi í 5 ár.
Hann hevur eisini starvast sum sjónleikari og leikstjóri á leikhúsum í Noregi, Russlandi, Frakland, Estlandi og Kosovu, umframt undirvíst innan sjónleik.
Harald Thompson Rosenstrøm byrjar í starvinum sum stjóri 1. apríl.
Ætlanin var, at nýggi stjórin skuldi taka við 1. februar – altso í morgin. Men av tí at hann ikki byrjar fyrr enn 1. apríl, hevur Leiklistaráðið gjørt av at leingja við núverandi stjóran, Jenny Petersen, fyribils í ein mánað til 1. mars.