Eftir ynski frá umsitingini, nýggja havna og tilbúgvingarleiðaranum og fyritøkunum, varð skipað fyri morgunmati og fundi við tær fyritøkur, ið hava leigumál og virksemi á havnarlagnum í Hvalvík. Komandi tíðina fer kommunan at skipa fyri sama fundi við fyritøkur á øðrum havnarløgum í kommununi.
Fyritøkurnar fingu framløgu frá borgarstjóranum, um týdningin fyri Sunda kommunu at hava eitt væl virkandi vinnulív. Eisini fingu fyritøkurnar høvið at heilsa upp á nýggja havna og tilbúgvingarleiðaran, Magnus, ið byrjaði í nýggja starvinum stutt síðani. Magnus fekk somuleiðis boðskapin út, um týdningin av at hava eitt væl skipað og trygt havnarlag.
Avbjóðingar og møguleikar á havnarlagnum í Hvalvík blivu umræddar, hetta gevur tilbúgvingarleiðaranum og umsitingini góð amboð at arbeiða frameftir, saman við vinnuni.