Danmark hevur vunnið seg í fjórðu HM-finaluna á rað í manshondbólti.
Unga portugisiska liðið hevur gjørt tað framúr í HM-endaspælinum, men í hálvfinaluni í Unity Arena í Bærum í Oslo máttu teir leggja rygg til eitt stórtap.
Portugal gav Danmark góða mótstøðu í fyrra hálvleiki. Eitt skiftið var Danmark bert á odda 13-12, men Danmark megnaði at økja aftur, og var á odda 20-16 í steðginum.
Í seinna hálvleiki koyrdi alt hjá Danmark, álopið, verjan, og ikki minst Emil Nielsen í málinum, ið tók pippið frá portugisisku leikarunum. 15 bjargingar hevði Emil Nielsen, harímillum tvær brotskastsbjargingar, og fyri fimtu ferð í hesum endaspælinum var hann valdur at vera besti leikarin. Tað endaði við 40-27 stórsigri til Danmark.
Mathias Gidsel vísti við níggju málum hví hann er endurvaldur at vera heimsins besti hondbóltsleikari. Rasmus Lauge var við átta málum í átta málroyndum eisini framúr.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál í fyrra hálvleiki, tá hann økti til 5-2.
Danmark møtir Kroatia í finaluni í Unity Arena. Dysturin byrjar sunnudagin klokkan 17. Klokkan 14 sama dag spæla Portugal og Frakland bronsudyst.
Danmark hevur ikki tapt ein dyst í einum HM-endaspæli í heili átta ár.
Danmark hevur seinastu níggju endaspølini vunnið seg í sjey finalur.
Danmark-Portugal 40-27 (20-16)
Toppskjúttar Danmark: Mathias Gidsel 9, Rasmus Lauge 8, Niclas V. Kirkeløkke 5, Simon Pytlick 5, Emil M. Jakobsen 5. Jóhan á Plógv Hansen 1.
Toppskjúttar Portugal: Antonio Areia 5, Victor Alvarez 4, Luis Frade 3, Rui Silva 3.