Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í Lugi spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu svensku hondbóltsdeildini móti Aranäs.
Lugi var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 17-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki var tað tó Aranäs, ið var omaná, og endaði dysturin við einum teprum 33-32 sigri til heimaliðið.
Lugi er nummar níggju í deildini við 15 stigum fyri 18 dystir. Lugi hevur sjey stig niður næstaftasta liðið, Lagan sum hevur átta stig. Tvey tey niðastu liðini flyta beinleiðis niður. Fjórð- og triðaftasta liðið spæla dystir móti úr triðbestu deildini aftaná lokið grundspæl.
Komandi mikukvøld hevur Lugi heimadyst móti Västerås.