Klokkan 13 í dag fer semingsmaðurin at tosa við arbeiðarafeløgini í verkfalli. Tað ger hann, tí røringur kom í verkfallið í gjár, tá stjórin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, í Breddanum í Kringvarpinum boðaði frá, at arbeiðsgevarar nú eru sinnaðir at bakka. Sum skilst er støðan hjá arbeiðsgevarunum nú, at teir kunnu góðtaka semingsuppskotið, sum báðir partar vrakaðu og sum útloysti verkfallið.
Semingsuppskotið gevur eina lønarhækking upp beint oman fyri 11 prosent. Arbeiðsgevarar vóru nakað niðanfyri, og arbeiðarafeløgini nakað langt omanfyri.
Sum skilst høvdu arbeiðsgevarar hildið seg til lønarvøksturin á almenna arbeiðsmarknaðinum og kundu ganga við til eina lønarhækking upp á 4,75 tað fyrra árið, og eitt sindur minni tað seinna árið við teirri grundgeving, at inflatiónin gongur niðureftir. Tað vil siga, at tað markið hjá arbeiðsgevarunum var um 9 prosent.
Arbeiðarafeløgini høvdu sett sær fyri at fáa eitt stað millum 14 og 15 prosent.
Tað vil siga, at ósemjan hevur havt eitt spenni upp á eini 6 prosent.
Nú arbeiðsgevarafelagið hevur slakað og sagt seg vilja góðtaka góð 11 prosent, sum var semingsuppskotið, nú minkar spennið millum ynskini hjá pørtunum. Nú er munurin tódnaður niður á eitt stað í millum 3 og 4 prosent.
Lesið eisini: Røringur í: Nú nærkast partarnir í verkfallinum
Siga vit, at arbeiðafeløgini eins og arbeiðsgevararnir eisini slaka 2 prosent, so tódnar munurin í ósemjuni niður á minni enn 2 prosent: Arbeiðsgevarar standa á góðum 11 proentum, kanska 11,1, og arbeiðarafeløgini standa á sløkum 13 prosetnum, kanska 12,75 prosentum.
Um hetta verður støðan, tá partarnir hittast til seming, so er ósemjan um í veruleikan um 2,39 krónur upp á tímalønina ella um 1,2 krónur í tvey ár.
Við 11,1 prosentum veksur lønin við 16,09 krónum. Við 12,75 prosentum í lønarhækking veksur tímalønin við 18,29 krónum.
Tá tey eru komin hartil, so stendur stríðið í veruleikanum um 1,2 krónur um árið í tvey ár.
Tað hevur verið nógv tosað um pínumørk í sambandi við samráðingar. Men tað eru nógv onnur pínumørk, sum eru farin at merkjast í samfelagnum sum avleiðingar av verkfallinum.
Nú arbeiðsgevararnir hava slakað, so liggur eitt ávíst trýst á arbeiðarafeløgunum um eisini at slaka. Tí er ógvuliga sannlíkt, at tað verður gjørd ein semingsroynd nú, og at partarnir fara at sessast aftur við samráðingarborðið. Tað fara so helst at ganga nakrir dagar við samráðingum. Arbeiðarafeløgini mugu hava neyðugu tíðina at sodna tað, at tey fara at slaka í ultimativa kravinum. – sum sjálvandi er vónleyst, tí tað ber ikki til at hava ultimativ krøv í samráðingum.
Tí er hugsandi, at semjan verður ein lønarhækking sum liggur ímillum 11,1 prosent og 12,75 prosent. Tá semingsstovnurin er komin til eitt tal, sum 11,1 prosent, so er tað tí, at hann heldur tað liggi mitt í millum partarnar. Siga vit, at úrslitið verður eitt sindur omanfyri, so eru tað í veruleikanum arbeiðsgevarar, sum hava slakað meira enn arbeiðarafeløgini.
Og mitt í millum er 11,93 prosent.
Eitt væl hugsandi úrslit kann vera, at lønin hjá arbeiðsfólki við semjuni veksur umleið 12 prosent í tvey ár. Vit kunnu gita 6,5 tað fyrra árið og 5,5 tað seinna ári.