Obama-hjúnini stuðla Kamalu Harris

Demokratiski flokkurin tykist vera á einum máli um at stilla varaforsetan upp móti Trump

Hóast hon framvegis ikki formliga er tilnevnd og staðfest sum forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum, so bendir alt á, at tað bert verður ein avgreiðsluspurningur, tá samanum kemur. Seinastu dagarnar hava fleiri navnframir demokratar víst Kamalu Harris sín stuðul.

 

Og nú hava fyrrverandi forsetin, Barack Obama, og kona hansara, Michelle Obama – sum bæði framvegis eru ómetaliga vælumtókt millum demokratar í USA, og sum hava nógv at siga í Demokratiska flokkinum – eisini alment boðað frá, at tey stuðla Kamalu Harris at gerat forsetavalevni hjá flokkinum. Tað gjørdu tey í einum sjónbandi, sum varð lagt út á sosiala miðilin X.

 

Keldur tætt at Obama høvdu annars boðað frá, at forsetin ikki fór at vísa nøkrum valevni stuðul, áðrenn floksfundurin hjá Demokratiska flokkinum formliga hevði valt eitt forsetavalevni. Men Kamala Harris hevur fingið ómetaliga stóran stuðul, so nú eru ongar ábendingar um, at nakar annar fer at bjóða seg fram – ella fer at hava ein realistiskan møguleika at gerast valdur.

 

Demokratiski floksfundurin verður hildin í døgunum 19. - 22. august, men Harris kann verða formliga tilnevnd longu 1. august, um ongin annar stillar upp áðrenn freistina, sum er úti 31. juli.

 

Sambært nýggjastu kanningini hjá New York Times/Siena College stendur á jøvnum millum Kamalu Harris og Donald Trump.

 

##med2##