O.J. Simpson er deyður

76 ára gamli O.J. Simpson er deyður. Tað skrivar familja hansara á sosiala miðlinum X (Twitter).

Hann doyði í mikudagin aftaná longri sjúkralegu við krabbameini.

 

O.J. Simpson var fyrrverandi amerikanskur fótbóltsspælari í amerikansku NFL-deildini. Í 1995 bleiv O.J. Simpson fríkendur fyri at hava dripið ekskonu sína Nicole Brown og vinmann hennara Ron Goldman.

 

Allur heimurin fylgdi við í rættarsakini tá, og tá gjørdist hann av álvara heimskendur. H

 

ann var undir illgruna at hava dripið ekskonuna og Ron Goldman við knívi, og hann slapp sær til rýmingar frá politinum í einum bili, sum ein vinmaður koyrdi. Biljaktin bleiv víst beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Til síðst gava hann upp og bleiv handtikin uttan fyri hús síni í býnum Brentwood.

 

Undir rættarsakini noktaði hann seg sekan, og hann bleiv fríkendur 3. oktober 1995.