Tað er ikki longur ein spurningur um vit skulu gerast eitt sjálvstøðugt land, men heldur nær tað hendir. Tí tað kemur at henda. Verandi støða er ikki á nakran hátt nøktandi.
Vit hava nú í nógv ár, javnt og samt, tikið størri ábyrgd í Føroyum. Flestu mál eru komin á føroyskar hendur, og verða tí umsitin av okkum sjálvum. Blokkurin minkar fyri hvørt ár, og stuðulin úr Danmark er nú ein brøkpartur av okkara fíggjarlóg. Og tá hava vit ikki talt allar tær milliónirnar við, sum mangla á okkara fíggjarlóg, tí vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð.
Nú manglar lítið í, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land. Eitt land, sum tekur allar avgerðir fyri bæði fólkið og landið, eitt land sum situr við til borðs og umboðar seg sjálvt altjóða, eitt land, sum fær teir limaskapir vit ynskja og tørva, og eitt land sum á jøvnum føti kann samstarva við øll onnur lond.
Ímyndi tykkum , at tá ið norðurlendskir fundir eru, so sleppur okkara løgmaður ikki við til borðs. Meðan aðrir stjórnarleiðarar fara til borðið stendur okkara uttanfyri. Ein talandi mynd um okkara støðu í heiminum.
Ímyndi tykkum, at tá ið uttanríkispolitiskar avgerðir skulu takast, so skulu tær gerast umvegis eitt annað land. Hvør letur grannan umboða seg í sínum viðurskiftum? Er man ikki altíð tann besti at umboða seg sjálvan? Sjálvsagt.
Ímyndi tykkum okkara fremstu ítróttarfólk og landslið, sum ikki kunnu umboða Merkið á Olympisku leikunum, sum tí antin mugu umboða eitt annað land ella velja leikirnar frá.
Tað sker í hjartað.
Ímyndi tykkum, at vit í áravís hava ligið á knøunum og søkt um ymiskar limaskapir, sum ikki ber til at verða partur av. Limaskapir eru jú bert fyri sjálvstøðug lond.
Vit tosa her um limaskapir, sum kunnu hava avgerandi týdning vakstrarmøguleikar fyri okkara handils- og vinnulív. Limaskapirnir hava tí týdning fyri fólkið og vinnuna í landinum.
Í tí løtu vit eru eitt sjálvstøðugt land, broytist okkara støða. Vit fara frá at ganga gjøgnum einar trongar dyr til at heimsins dyr standa víðopnar fyri okkum. Tá taka vit sjálvi støðu til hvønn vit vilja samstarva við, og hvussu. Tá avgera vit hvar Føroyar vera umboðaðar, og kunnu leggja samfelagið tilrættis eftir føroyskum ynski og tørvi.
Eg eri vónrík um framtíðina. Tað eru nógvar røddir frammi frá politisku flokkunum í Føroyum, sum týðiliga siga, at ein broyting skal til nú. Status quo er ikki ein møguleiki.
Samfelt siga politisku flokkarnir, at vit mugu hava ræðið á uttanríkispolitikkinum, vit mugu hava javnbjóðis møguleikar og samstarv við onnur lond, og vit mugu hava teir limaskapir okkum tørva.
Okur eru samd um einar frælsar Føroyar.
Nú fara vit konstruktivt til verka og fáa eina semju í Føroyum, um hvussu vit fáa útint frælsisynskið í verki. Standa vit saman, koma vit á mál. Verða vit spjadd, hendir onki.
Við øllum tí vit uppliva í løtuni er sjálvsavgerðarrætturin altavgerandi. Ongantíð meira enn nú er neyðugt at halda fast í hesum, og í fólkaræðisligum reglum og altjóða avtalum.
Hetta er okkara besta verja í móti, at onnur lond ikki kunnu tosa um at keypa og selja okkum, og at onnur lond ikki eiga avgerðina, um hetta hevði verið aktuelt, men bara vit.
Fyri okkum er grundleggjandi, at fólkið í Føroyum eigur sjálvsavgerðarrættin at taka støðu um framtíðina í Føroyum. Eina og aleina Føroya fólk kann og skal avgera hetta.
Sirið Stenberg, forkvinna
23.01.2025