Ólavsøkukappríðingin verður aftur í ár í Marknagili

Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing, tí metir Føroya Ríðingarfelag at tað er neyðugt at finna loysnir, so ríðast kann í Marknagili.

Tað hevur valdað stór óvissa um hvussu fór at vera við kappríðingini á ólavsøku í ár. Kappríðing var fyrstu ferð á ólavsøku í 1921 og aftaná ein lítlan steðg hevur hon verið fast hvørt ár síðani 1936. Vegna nýggja innkomuvegin uppi í Marknagili hevur tó verið óvist hvussu fór at vera í ár.

 

Nú meinar nevndin í Føroya Ríðingarfelag tó at at hava funnið eina nøktandi loysn, tað er ikki ein optimal loysn, men felagið vil leggja nógv fyri, at røðin av kappríðingum ikki skal vera brotin. 

 

Tí hevur felagið við góðari hjálp frá Articon, Tórshavnar Kommunu og Berghestum gjørt eina ætlan, so ríðast kann í Marknagili aftur í ár. Ætlanin er at venda breytina og sostatt ríða øðvugtan veg. Hetta viðførir nakrar avjóðingar við áskoðarum, parkering o.a. Men vónin hjá felagnum er at hetta kemur at ávirka sum minst. 

 

Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing, tí metir Føroya Ríðingarfelag at tað er neyðugt at finna loysnir, so ríðast kann í Marknagili. Hetta er kanska serliga átrokandi nú so nógvir aðrar ítróttargreinar eru givnar at hava kappingar á ólavsøku.

 

Nærri kunning kemur seinni, skrivar Føroya Ríðingarfelag.