Hóast Óli Mittún bert er 18 ára gamal, so gjørdist hann næstbesti málskjúttin í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Óli skoraði 194 mál í 34 dystum fyri Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini. Tað er eitt snitt á 5,7 mál pr. dyst.
Harumframt koma 68 mál, sum Óli skoraði í EHF European League pluss mál í steypakappingini.
Óli gjørdist samlað næstfremsti málskjúttin í bestu svensku deildini.
Toppskjútti í deildini gjørdist 33 ára gamli Jonas Samuelson hjá IFK Skövde, ið skoraði 201 mál.
Óli legði eisini upp til 87 mál í teimum 34 dystunum fyri Sävehof. Tað er eitt snitt á 2,55 mál pr. dyst.
Sambært hagtølunum hjá svenska hondbóltssambandinum var Óli við 113,99 stigum tann mest effektivi leikarin í deildini.
Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørdist nummar 42 á listanum við 98 málum fyri Hallby í 29 dystum. Í hesum 29 dystunum legði Rói upp til 81 mál.
Pætur Mikkjalsson, ið hevði mesta leiklutin í verjuspælinum hjá Hallby skoraði 10 mál og legði upp til fimm mál í 25 dystum.