Danski hondbóltsmiðilin, hbold hevur gjørt eitt yvirlit yvir 10 teir fremstu í EHF European League, tá tað kemur til at skjóta mál og leggja upp til mál. Tað sum eisini verður nevnt málstig.
Yvirlitið vísir hvussu nógv mál 10 teir fremstu málskjúttarnir hava skotið í kappingini, og uttast til vinstru sæst hvussu nógv mál teir skutu í seinasta umfarinum, seinnu fjórðingsfinaluni.
Óli Mittún, ið skoraði og legði upp til 97 mál fyri Sävehof er nummar 10 á yvirlitinum, ið sær soleiðis út:
Nr. | Navn | Dystir í European League | Málstig | |
---|---|---|---|---|
1 | Juri Knorr | 15 | 144 | +4 |
2 | Niclas Kirkeløkke | 16 | 124 | +10 |
3 | Lazar Kukic | 14 | 121 | +10 |
4 | Lasse Bredekjær Andersson | 13 | 119 | +9 |
5 | Mathias Gidsel | 10 | 109 | +7 |
6 | Lasse Kjær Møller | 11 | 109 | +5 |
7 | Francisco Costa | 12 | 99 | 0 |
8 | Luka Moslavac | 12 | 98 | 0 |
9 | Leonardo Abrahao | 8 | 97 | 0 |
10 | Óli Mittún | 13 | 97 | +6 |
Kelda: hbold.dk