Oljan er dýr í Føroyum. Hon er eisini ov dýr. Tað staðfesta kanningar hjá Kappingareftirlitinum, sum er myndugleiki á økinum.
Kappingareftirlitið sigur orðarætt, at “duopolstøðan á oljumarknaðinum er til ógagns fyri vanliga føroyingin og føroyska húskið.” Hetta gongur beinleiðis út yvir vælferðina hjá føroyinginum. Vit gjalda snøgt sagt ov nógv fyri oljuna og hava tí minni eftir til aðrar útreiðslur.
Seinastu 1-2 árini er prísurin á olju, bensini og diesel støðugt hækkaður, og ein partur av orsøkini er korona og nú eisini kríggið í Ukraina. Hetta er tó ikki einasta orsøk til høgu prísirnar í Føroyum. Sambært Kappingareftirlitinum hava føroysku oljufeløgini í fleiri ár tikið sær hægri vinning á olju, bensini og diesel enn oljufeløg aðrastaðni.
Tað kann ikki vera rætt. Vit í Tjóðveldi ynskja, at tað skal vera bíligari at liva í Føroyum. Tí vilja vit seta á stovn príseftirlit og seta tíðaravmarkaðan vinningssteðg á brennievni, so føroysku húsarhaldini ikki gjalda ov nógv fyri at hita sær húsini og koyra til arbeiðis.
Samstundis vilja vit sjálvsagt arbeiða fyri, at vit leggja um til grøna og varandi orku í øllum samfelagnum. Men vit kunnu ikki góðtaka, at nakar situr kaldur, tí tey ikki hava ráð til at rinda fyri olju meðan oljufeløgini við kappingarfyrimuni (duopoli) taka sær ov stóran vinning.
Liljan Weihe
Valevni, Tjóðveldi