Greiningarfyritøkan, OPTA sum fæst nógv við ítróttargreiningar og ítróttarhagtøl gevur ikki Danmark stórar møguleikar at endurtaka bragdið frá 1992, tá Danmark tók øll á bóli við at vinna EM-gull.
Danmark hevur eina sera torføra áttandapartsfinalu móti vertstjóðini, Týsklandi í Dortmund komandi leygarkvøld klokkan 20.
Um Danmark skal røkka allan vegin til finaluna, so bíða sterk landslið sum Frakland, Belgia, Spania og Portugal í einari møguligari fjórðingsfinalu og einari møguligari hálvfinalu.
Her eru metingarnar hjá OPTA fyri møguleikarnar hjá Danmark:
Fjórðingsfinala: 30,42 prosent.
Hálvfinala: 10,52 prosent.
Finala: 3,30 prosent.
Vinna EM-gull: 1,24 prosent.