Umhvørvi, orka, grøna leiðin og annað, sum kann knýtast upp at hesum hevur fingið nógva rúmd nú løgtingsvalið stundar til. Hetta er rættuliga sjálvsagt, tí hetta er eitt økið, sum vit eiga at taka í allar størsta álvara og miðvíst finna góðar loysnir, sum gagna okkum og klótuni.
Eg havi lagt merki til, at onkrar misskiljingar eru íkomnar, nú valfundir eru og valgreinar verða skrivaðar. Eisini í práti við fólk, so leggi eg merki til misskiljingar á økinum. Tí komi eg við hesum stuttu viðmerkingum við vón um, at misskiljingarnar verða beindar av vegnum.
Viðmerkingarnar eru:
- Seinastu trý árini er el-framleiðslan við varandi orku gott og væl trífaldað. Øll henda varandi orkuframleiðslan er komin frá vindi. Kapping er, tá vindútboð eru og SEV og privat feløg kunnu bjóða. Hetta við kapping á hesum økinum, tað er ikki nakað nýtt, - hetta er fleiri ára gamalt.
- Loyvi er latið SEV til pumpuskipan. Hetta er alneyðugt fyri at kunna fáa alla vindorkuna til høldar. Pumpuskipanin kemur at virka sum eitt battarí.
- Orku- og veðurlagspolitikkur fyri næstu 10 árin er samtyktur. Ein ambitiøsur politikkur, har málið er at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við 50% næstu 10 árini, sammett við 2020. Stóri munurin millum samtykta veðurlagspolitikkin nú og tann, sum var samtyktur í 2009 er, at tann núverandi hevur eina tíðarfesta virkisskrá fyri næstu árini og tað hevði veðurlagspolitikkurin frá 2009 ikki.
- Landsstýrið og SEV hava gjørt eina avtalu, eitt semjuskjal um bygnaðin á elorkuøkinum. Skjalið varð undirskrivað av Kára Johansen, nevndarformanni í SEV, Heðin Mortensen, formanni í Kommunufelagnum og Tórbjørn Jacobsen, næstformanni í Kommunufelagnum og av mær, sum landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum.
Báðir partar eru væl nøgdir við semjuna og m.a. søgdu vit í tíðindaskrivið tann dagin skjalið var undirskrivað, at ”Við hesi semjuni hava vit skapt fortreytir fyri, at orkumyndugleikin og lutafelagið SEV frameftir fara at samstarva væl og álitisfult.”
Sambandsflokkurin vil virka fyri, at vit koma trygt fram á grønu leiðini.
Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!
Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið