Ov fullur at greiða frá snuddum sínum

Kannað verður, um harðskapur er framdur ímóti einum ungum manni

Seinasta samdøgrið hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Um hálvgum seks tíðina í gjáramorgunin varð løgreglan boðsend í miðbýnum í Havn, tí ein ungur maður, sum var rættiliga drukkin, sá ikki út til at hava tað so gott. Løgreglan fekk fatur á manninum, men hann var ov drukkin til at greiða løgreglu frá, hví hann hevði nakrar snuddir, sum kundu stavað frá, at hann hevði verð útsettur fyri harðskapi.

Men greiða fekst ikki á hesum. Løgreglan tosaði so við hann aftur, tá hann var vorðin edrúur og leiðbeindi hann at fara á sjúkrahúsið at fáa kanna skurslini, hann hevði fingið – greitt er tí ikki enn, um tað verður eitt mál.