Arbeitt verður uppá ein høvuðsmotor á Smyrli. Hetta fekk SSL at boða frá, at í dag kundi roknast við seinkingum.
Í morgin er sama galdandi, men eftir øllum at døma er óvist, hvussu dagurin í morgin lagar seg viðvíkjandi sigling um Suðuroyarfjørð.
Framvegis verður arbeitt uppá høvuðsmotorin, og ikki er víst um bert verður talan um seinkingar í morgin, ella um avlýsingar eisini koma fyri.
SSL skrivar soleiðis um siglingina við Smyrli í morgin_
Av tí at umvælingararbeiðið av høvuðsmotori eitt á Smyrli dregur út, kann roknast við broytingum og/ella avlýsingum á leið 7 mikudagin 5. februar.