Pætur legði upp til mál í heimasigri hjá KA

KA vann er seks stig frammanfyri nummar tvey

Føroyingaliðið á Akureyri, KA vann í kvøld á heimavølli 4-2 á Keflavík í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Í steðginum var KA á odda 3-1.

 

Pætur J. Petersen kom á vøllin tá seinni hálvleikur var hálvliðin. Pætur legði upp til 4-2 málið, ið Hallgrímur Már Steingrímsson skoraði stutt undan dystarloki.

 

Jóan Símun Edmundsson var ikki við í hópinum hjá KA í kvøld. 

 

Liðini í niðara endaspælinum hava fýra dystir eftir at leika. 

 

Støðan niðara endaspælið

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
7KA2395935:4132
8HK2368938:4926
9Fylkir23571131:4722
10Fram23551333:4820
11ÍBV23551326:4520
12Keflavík23191322:4612