Patrik er íslendskur meistari - Gunnar fær silvur

Breiðablik vann stóru finaluna um íslendska meistaraheitið

Liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik er íslendskur meistari hjá monnum 2024.

 

Í kvøld var dúkað til ta stóru meistaraskapsfinaluna á Víkingavøllinum í Reykjavík, har Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík tóku ímóti Breiðablik á heimavølli.

 

Bæði liðini høvdu undan kvøldsins dysti 59 stig hvør, men Víkingur hevði betri málmun og kundi tí tryggja sær meistaraheitið við einum javnleiki.

 

Tað endaði tó við einum 3-0 sigri til Breiðablik, ið legði seg á odda 1-0 við einum máli Ísak Snær Þorvaldsson skoraði átta minuttir undan steðginum. 

 

Tá tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki stútaði Gunnar Vatnhamar bóltin á stongina. Talan var um svarta óeydnu, at bólturin ikki fór innum málstrikuna. Bert tríggjar minuttir seinni økti  Ísak Snær Þorvaldsson til 2-0 til Breiðablik, og nú var brekkan brøtt hjá víkingum. 

 

Tá 62 minuttir vóru leiktir stútaði Danijel Dejan Djuric hjá Víkingi bóltin á tvørtræið. Aftur svørt óeydna. Tá 80 minuttir vóru leiktir sløkti Aron Bjarnason vónina hjá Víkingi.

 

Tætta dystarskráin við dystum í bæði Conference League og í bestu íslendsku fótbóltsdeildini tykist verað komin Víkingi aftur um brekkur nú. Breiðablik hevur farnu mánaðarnar bara havt heimligu kappingina at hugsa um. 

 

Tíverri var heldur ikki unt Patriki spælitíð í kvøld. Hetta er fimti dystur á rað, at Patrik ikki sleppur framat. Men Patrik er partur av hópinum, og hann er íslendskur meistari í fótbólti. 

 

Í fjør leikti Klæmint A. Olsen eisini við Breiðablik, ið skrivaði søgu við at gerast fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt bólkaspæl. Breiðablik fekk tó einki stig í Conference League. 

 

Gunnar sum vann gull í bæði steypakappingini og í bestu deildini í fjør mátti taka til takkar við silvuri í báðum kappingunum. Gunnar og liðfelagarnir hava tó skrivað søgu við at vera fyrsta íslendska liðið at vinna ein dyst í einum deildar/bólkaspæli fyri felagslið. Hetta hendi farna hósdag. Tá vann Víkingur á heimavølli 3-1 (1-1) á belgiska liðnum, Cercle Brügge. Gunnar skoraði triðja málið hjá Víkingi. 

 

Hetta er triðju ferð í søguni, at Breiðablik vinnur íslendska meistaraheitið. Áður hevur Breiðablik vunnið meistaraheitið í 2022 og í 2010. 

 

In.fo ynskir Patriki tillukku við gullinum og Gunnari tillukku við silvurinum, og framvegis blíðan byr í Conference League. 

 

Patrik hevur fingið spælitíð  - tíðum rættiliga avmarkað - í 17 dystum hetta kappingarárið. Patrik skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Gunnar hevur spælt 23 dystir - teir flestu frá dystarbyrjan. Gunnar sum er verjuleikari skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál í kappingini. 

 

Hósdagin 7. november fara Gunnar og liðfelagarnir at spæla heimadyst í Conference League móti Borac Banja Luka, ið sendi KÍ út úr Europa League.