Paula Ólavson til minnis

Pauli Ólavson Joensen var úr Gerðinum í Vestmanna, føddur 22. juli 1940. Hann var tí 83 ár, nú hann andaðist á Hvidovre Hospital sunnumorgunin 10. desembur, meðan synirnir báðir sótu honum við lið. Longu 7. novembur varð hann innlagdur við lungnabruna, og seinni komu influensa og veikleiki afturat.

 

Meðan Pauli nú stendur undir børu, havi eg hug at siga eitt sindur um henda merkismann, sum fer til jarðar frá Hans Egede kirkju í Vardegade týsdagin 19. desembur kl. 13. Tað er føroyska kirkjan, har Borgny B. Hansen er prestur. Pauli búði í mong ár í Birkerød og kundi farið haðani ella frá kirkjuni í De gamles By, har hann var eitt skifti. Men Pauli var heimkærur, fylgdi við tí, sum hendi heima, og tí er tað helst í hansara anda at fara frá Hans Egede.

Tann síðsta mansaldurin havi eg kent Paula, men frásøgumaður var hann, og flutti meg mangan nógv longur aftur í tíð og stað. Sjógvurin dró, og unglingin sigldi við føroyskum og íslendskum skipum. Men í mars 1963 gjørdist hann politinæmingur og var eitt skifti politistur í Klaksvík, sum hann so  mangan mintist aftur á. Í januar 1967 gjørdist hann politistur í Keypmannahavn. Seinni var hann eitt skifti á flogvøllinum í Kastrup, har hann m.a.  eygleiddi tey, sum komu. Sá hann onkran føroying við nógvum viðføri, kundi hann ikki bara sær, men fór út til hansara at spyrja, hvat var í. Tá hvakk mangur við, men hetta var mest gjørt til stuttleika.

Pauli var so kønur í víni, serstakliga fronskum víni, og var mangan á ferð í Fraklandi, har hann dugdi so væl at skifta orð við vínbøndurnar og skemtast við teir. Í nøkur ár var hann oddamaður í vínferðum á súklu í fronsku vínlondunum. Gott tað sama, at eg havi gloymt tær flestu skemtisøgurnar haðani, tí tær vóru nógvar. Heima á landi var heldur turrgelt við víni, og tað, sum kom, var nógvur tollur lagdur omaná. – Ein annar vinmaður fortaldi mær, at hann hevði tikið meira enn ríkiligt við flogfarinum. Var so illa heitin av hesum, at hann lat tað vera sjónligt á vogninum. Eingin steðgaði honum, men tá ið hann kom til teirra, sum áttu vínið, sat eitt starvsfólk har, sum eisini átti í.

”Kræstnir gómar” gjørdust eitt hugtak hjá Paula og teimum, sum útvegaðu vín og høvdu tiltøk við vínsmakking heima í Føroyum. Tað var ikki væl dámt av øllum, meðan enn eingin vínsøla var í landinum. Men tá ið Rúsan var komin í gongd, duttu hesi tiltøkini niðurfyri. Pauli helt enn sum fyrr á við sínum víntúrum í Fraklandi. Í 1996 kom hugskotið um at skipa fyri vínsmakking við Paula og veitslu við víni í Føroyahúsinum. Tað fekk so stak góða undirtøku tey næstu árini. Tann fryntligi maðurin mannaði seg við 3-4 ungum monnum, og Jónhild Janusarson og Marianna Andreasen stóðu fyri matgerð og borðhaldi. Heima við hús hevði Pauli eitt skriftstað á bróstinum í køkinum, sum hann ofta sipaði til Tað var úr Fyrra Timotiusarbrævi, kap. 5, 23: ”Drekk ikki bara vatn, men eisini vín, tí tað er gott fyri magan!” Kanska er orðalagið tó eitt sindur øðrvísi í bíbliutekstinum.                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                       Tey árini varð roynt franskt, týskt, rumenskt, ungarskt, afrikanskt og amerikanskt víni og avbera góðar veitslur við sama víni. Pauli var vertskapsmaður um nakar. Hann segði frá skemtisøgum, sang og kvað. Serstakliga dámdi honum sjómansvísurnar hjá Hans Andrias Djurhuus. Men hann treiv eisini í sangir hjá Poul F. og Janus Djurhuus. Bæði í Føroyahúsinum og í okkara bátafelag, Tvørabáturin, plagdi hann at reisa seg og kvøða, skemta og kanska prika eitt sindur, serstakliga tá ið onkur bronglaði millum málini. Til dømis átti ein genta eitt so fitt skrín, og onkur spurdi, hvør hevði givið henni tað. Hon drálaði, men segði so: ”Langee-bedstemor!” Ein dagin til ræstan fisk í Føroyahúsinum, bað ein klaksvíksgenta um at fáa sporlið, men segði: ”Kann eg fáa halan?” Tað gloymdi Pauli henni ikki og hevði nógvan stuttleika av tí.   

Else, kona Paula, er akademikari, hevur undirvíst í fronskum. Hon og Pauli eiga tveir synir, Kåre, sum nú er lærari, og Sune, sum er kendur innan tónleik og er sjálvur tónleikari. Tey høvdu stór hús í Birkerød og summarhús norðuri í Vejby Strand. Dreymurin hjá Paula var tó eitt vínslott í Fraklandi! Tað ráddi tí um at gera summarhúsið størri og í stand og at selja sethúsini. Pauli stríddist norðuri í Vejby, tey seldu húsini og fluttu í góða íbúð í Birkerød tíðliga á vári 2014. Ein dagin um sama mundið ringdi Pauli til kenningar í Fraklandi. Men tey skiltu hann ikki! Fekk tó at enda sagt síni ørindi á enskum máli.

Blóðtøppurin var á veg! Pauli kom á sjúkrahús, men ov seint var. Maðurin gjørdist lamin og rættiliga óhjálpin. Tó átti hann enn evnini at lesa, práta, skemta og var so spurin. Hevði eitt avbera gott minni. “Veitst tú, hvat stendur á minnissteininum í Klaksvík?” Nei, men hann visti tað og so mangt annað. Tað stóð ikki á at syngja ella bera upp yrkingar hjá Djurhuus-brøðrunum og eisini hjá øðrum. “Deyði Tróndar” var hann bergtikin av, og treiv aftur og aftur í. Tá ið eyguni viknaðu og illa bar til at lesa, las konan fyri honum.

Ta fyrstu tíðina var Pauli til venjing í Holte, og síðani á einum nýggjum og stásiligum Lyons-røktarheimi í Birkerød. Tó stóð á við trivnaði har. Hann fluttu tí inn í “De gamles By” í Keypmannahavn. Eftir fá ár har, skuldi tann bygningurin umvælast. Pauli kom tá á “Rundskuedagens Plejehjem” í Dannebrogsgade nær Istedgade. Her var gott at vera, fryntlig starvsfólk, og nærhendis Kåre, soninum, og hansara familju, sum javnan komu á gátt. Else fór við súklu og toki 2-3 ferðir um vikuna inn til Keypmannahavnar at vitja mannin.

Fyri nøkrum árum síðani fekk konan virus á heilan og lá í koma í góða viku á Ríkissjúkrahúsinum. Tað var álvarsligt hjá henni og hjá Paula. Tó, sum frá leið, mentist konan aftur,  fór aftur at svimja, og seinni at súkla og koyra bil. Trúliga er hon komin á gátt hjá Paula, og sagt frá um stórt og smátt og um barnabørnini. Fegin var Pauli eisini, tá ið vinfólk ringu heiman ella vit, sum tosaðu móðurmálið, stukku inn á gólvið. Onkuntíð lurtaði hann eftir útvarpinum, men ofta eftir klassiskum tónleiki. Eisini dámdi honum væl at koma til matborð í Føroyahúsinum ella túrar í grannalagnum.

Hvørja ferð eg kom, var okkurt til skemtanar: ”Havi eg fortalt tær…” – um tann umvenda skipsmannin, sum talaði í missiónshúsinum. Hann segði frá um Nóa og ørkina. ”Filistrarnir tustu inn, til Nóa rópti: ikki ein kjaftur inn afturat!” So var onkur søga um kollfirðingar við trillibøru, um klaskvíkingar og um tann unga, føroyska politistin, sum avhoyrdi ein mann, sum stóð á ”Glade Hjørn” og sá ein bilsamanstoyt í krossinum við Frans Restorffs Bakarí. Í rapportini stóð: ”Vidnet stod med hovedet nedad og så det, som skete, og så gik han tur ud på Molen, bare som ellers!”

Undirrákið hjá Paula var hugarenslið um lívið, um andlig viðurskifti, um okkara trá og leitan her á foldum. Nú hvílir maðurin troyttur av næstan tíggju árum á røktarheimi í koyristóli ella á sínum bóli. Tað er við takksemi eg minnist mannin, sum hvørja ferð, eg spurdi, hvussu stendur til - hvussu hevur tú tað? - svaraði: ”Eg skal ikki klaga!”

Friður veri við minni Paula Ólavson