Pensjónistar skulu ikki mótroknast

Pensjónistar skulu ikki mótroknast í arbeiðsinntøkuni, um teir velja og vilja halda fram við at arbeiða - lat meg sláa tað fast!

 

 

 

Men ein annar bólkur, sum ofta verður gloymdur í kjakinum eru tey, sum alt sítt lív hava arbeitt kropsligt arbeiði, og ofta mugu fyrr fara í pensjón. Hetta er ikki tí, at tey ikki tíma at arbeiða, men at kroppurin ikki orkar meir. Hesir bólkar eru, fyri at nevna nakrar, t.d.  arbeiðsmenn, handverkarar, sjómenn, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar.

 

 

 

Eitt hjartamál hjá mær er at tryggja, at pensjónsviðurskiftini hjá hesum bólkum verða raðfest. Ítøkiliga vil eg arbeiða fyri, at avtala fæst í lag, sum tryggjar eitt hægri inngjald til pensjónina, soleiðis at man kann fara í pensjón, tá man er farin uppum 60 ár.

 

 

 

Pensjónin hjá arbeiðarafjøldini veksur ov seint - hetta vil eg gera nakað við!

 

 

 

Pole J. Hansen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið