Tað var annars pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawieck, sum tíðliga í krígnum í Ukraina segði, at tú samráðist ikki við ein krígsbrotsmann, sum Vladimir Putin er, men tú steðgar honum.

Pólland gevst við at senda vápn til Ukraina

- Vit fara ístaðin at útbyggja okkara egnu verju við nútímans vápnum, sigur forsætisráðharri landsins.

 

Tað var annars pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawieck, sum tíðliga í krígnum í Ukraina segði, at tú samráðist ikki við ein krígsbrotsmann, sum Vladimir Putin er, men tú steðgar honum.

Pólland ætlar ikki at senda fleiri vápn til Ukraina fyribils. Orsøkin er, at landið ístaðin fer at styrkja sína egnu verju.

 

- Vit fara at leggja okkum eftir at styrkja okkara verju við nútímans vápnum.

 

Tað sigur pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawieck, sambært pólska miðlinum, Polsat News.

 

Útsøgnin hjá forsætisráðharranum kemur eftir, at londini bæði hava keglast um ukrainska kornútflutningin.

 

Útlendskir miðlar skriva eisini, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur lagt Pólland undir at renna sneisaørindi fyri Moskva.

 

Tíðliga í krígnum í Ukraina var tað serliga Pólland, sum vildi lata Ukraina nøkur eldri MiG-jagaraflogfør, sum landið ikki brúkti meira.

 

Pólland er eisini tað landið, sum hevur tikið ímóti flestum flóttafólkum úr Ukraina, síðan Russland leyp á hin 24. februar í fjør.

 

Nú er so líkt til, at ávísur kinkur er komin í millum londini bæði.

 

 

 

 

 

 

 

Tað var annars pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawieck, sum tíðliga í krígnum í Ukraina segði, at tú samráðist ikki við ein krígsbrotsmann, sum Vladimir Putin er, men tú steðgar honum.