Kasakstan er limur í trygdarsamgonguni CSTO undir russiskari leiðslu, men hevur áður víst á stúran fyri Ukraina-stríðnum, sum væntandi verður umrøtt á vitjanini.
Forsetin í Kasakstan, Kassym-Jomart Tokayev, segði í samrøðu við russiska blaðið Isvestija áðrenn vitjanina, at hann stuðlar "friðarligum samrøðum":
Hann nevndi tó ikki serliga Ukraina.
Í einum statsligum kasakiskum blaði rósti Putin "mentanarligu, andaligu og moralsku virðunum" í Kasakstan. Sambært Putin líkjast tey teimum hjá Russlandi.
Hann segði seg vera til reiðar at menna viðurskiftini við Kasakstan víðari.
Ritzau/AFP