Robert Fico er ikki longur í lívsvanda

59 ára gamli, Robert Fico, varð raktur í búkin og mjadnarnar við fimm skotum. Nú verður mett, at hann ikki longur er í lívsvanda.

Slovakiska stjórnin sigur nú, at landsins forsætisráðharri, Robert Fico, er ikki í lívsvanda longur eftir drápsroyndina seinasta mikudag.

 

71 ára gamli maðurin, sum varð handtikin fyri at hava framt drápsroyndina, og sum vit síggja á myndini omanfyri, er varðhaldsfongslaður.

 

Hóast Robert Fico ikki er í lívsvanda, er støðan hjá honum framvegis álvarslig, men stabil.

 

Sagt verður um hin 71 ára gamla, sum royndi at beina fyri forsætisráðharranum, at hann áður hevur starvast sum trygdarvørur.

 

Maðurin verður umrøddur sum vinstrahallur, og hildið verður, at hann var einsamallur um álopið á forsætisráðharran.

 

Hann verður ikki roknaður at hoyra til nakran politiskan bólk, men motivið hjá honum at vilja beina fyri Robert Fico verður mett at vera politiskt.

 

59 ára gamli, Robert Fico, varð raktur í búkin og mjadnarnar við fimm skotum og varð í skundi eftir drápsroyndina fluttur á sjúkrahús.

 

##med2##

 

Hann hevur verið undir skurði fleiri ferðir síðan álopið, og í gjár segði slovakiski heilsumálaráðharrin, Zuzana Dolinkova, soleiðis um støðuna hjá forsætisráðharranum.

 

- Skurðviðgerðin í gjár, sum tók tveir tímar, gav góð úrslit fyri heilsustøðuna hjá Robert Fico.

 

Sagt verður, at støðan hjá forsætisráðharranum framvegis er álvarslig, men Robert Fico verður ikki mettur at vera í lívsvanda longur.

 

Í løtuni verður ikki hildið at vera ráðiligt at flyta forsætisráðharran av sjúkrahúsinum í Banska Bystrica til eitt sjúkrahús í høvuðsstaðnum, Bratislava.

 

Tað eru tíðindastovurnar, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi í morgun.

 

 

 

Robert Fico, forsætisráðharri í Slovakia.