Ronaldo tjenar 4,9 milliónir um dagin

Cristiano Ronaldo er á fjórða sinni ovast á listanum hjá Forbs sum ítróttarfólkið, ið tjenar mest

Cristiano Ronaldo skal brúka pengarnar illa, um hann ikki kann liva í súsi og dúsi restini av lívi sínum. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Reuters

Tað er eingin loyna, at ítróttastjørnur kunnu tjena nógvar pengar. Loyniligt er tað heldur ikki, at lønirnar í stórum ítróttagreinum alsamt vaksa.

Amerikanska fíggjarblaðið Forbes hevur givið út árliga listan yvir tey ítróttarfólk, ið tjena mest. Annað árið á rað er Cristiano Ronaldo ovast, nú við milliardainntøku.

Listin fyri 2024 – og serliga ovast plássini – avdúka ein ógvusligt lønarlop.

Sambært Forbes stendur Ronaldo til at gjena 260 milliónir dollarar í ár. Tað svarar til næstan 1,8 milliardir krónur og er næsta tvífalt tað, sum hann sambært Forbes tjenti í fjør. Tá var inntøkan 936 milliónir krónur.

Smáar 1,4 milliardir koma frá lukrativa sáttmálanum við saudiarabiska Al-Nassr. Restin er frá sponsoratum o. ø. uttan fyri vøllin.

Spanski golfspælarin, Jon Rahm, hevur sáttmála við umstrídda LOV Golf Tour, sum eisini hevur saudiarbiskar pengar í rygginum. Tað fær hann upp á annað pláss á listanum við eini inntøku upp á 1,5 milliardir krónur.

Í fjør var kurvabóltspælarin Kevin Durant á tíggjunda plássi við eini inntøku upp á 613 milliónir krónur. Í ár er NFL-stjørnan Lamar Jackson á 10 pláss, men við eini inntøku upp á 692 milliónir krónur.

Listin sær soleiðis út í krónur:

1. Cristiano Ronaldo (fótbóltur) - 1,8 milliardir.

2. Jon Rahm (golf) - 1,5 milliardir.

3. Lionel Messi (fótbóltur) - 929 milliónir.

4. LeBron James (kurvabóltur) - 882 milliónir.

5. Giannis Antetokounmpo (kurvabóltur) - 764 milliónir.

6. Kylian Mbappé (fótbóltur) - 757 milliónir.

7. Neymar (fótbóltur) - 743 milliónir.

8. Karim Benzema (fótbóltur) - 729 milliónir.

9. Stephen Curry (kurvabóltur) - 702 milliónir.

10. Lamar Jackson (amerikanskur fótbóltur) - 692 milliónir.

/ritzau/

 

 

Cristiano Ronaldo skal brúka pengarnar illa, um hann ikki kann liva í súsi og dúsi restini av lívi sínum. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Reuters