Ruðuleiki í ferðsluni av asfaltarbeiði

Løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir um ferðsluruðuleika í Gøtu

Klokkan 15.45 í gjár vóru tað fleiri bilførarar, sum ringdu til løgregluna at boða frá ferðsluruðuleika í Gøtu. Har var asfaltsarbeiði á landsvegnum millum Norðragøtu og Gøtugjógv, har onnur farbreytin varð stongd, og hin var stýrd við ferðsluljósum.

– Men har var einki skil í ljósreguleringini, sum aftur førdi til stórar trupulleikar í ferðsluni, greiðir vaktleiðarin á politstøðini frá.

Hetta var tó skjótt fingið í rættlag, og so koyrdi ferðslan sum ætlað.

Tað er ein undirveitari hjá Landsverki, sum asfalterar, men hann hevði fingið boð frá Landsverki, hvussu skeltast skuldi, men hevði ikki fylgt hesum nóg væl, sigur vaktleiðarin.

 

 

(savnsmynd)