Aftanfyri fyritøkuna stendur Jeff Bezos, ein av heimsins ríkastu monnum og eigari av handilspallinum Amazon.
Tað var fyrstu ferð, at Blue Origin setti eina rakett í ringrás.
Sambært The New York Times ber rakettin eina prototypu av einum slagi av rúmdarsleipibáti. Tað fer at flyta fylgisveinar runt um ringrásina hjá jørðini.
Felagið hevði vónað, at boosterrakettin, sum skilur seg frá høvuðsrakettini eftir útskjótingina, fór at lenda á einum palli í Atlantshavinum, soleiðis at hon kundi endurnýtast.
Tað eydnaðist tó ikki.
/Ritzau/