Russland hevur nú gjørt av at burturvísa tveimum týskum journalistum. Henda avgerð kemur í kjalarvørrinum av, at týsku myndugleikarnir hava víst tveimum russiskum journalistum av landinum.
- Ein journalistur og ein teknikari hjá týska kringvarpinum ARD hava fingið freist til hin 16. desember at fara úr Russlandi, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova.
Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at týsku myndugleikarnir hava biðið ein russiskan Berlin-journalistin, sum starvast hjá statsriknu russisku tíðindastovuni, Kanal 1, og myndamanni hansara, um at fara av fara av landinum.
Journalistarnir skulu verða farnir úr Russlandi fyri hálvan desember.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at Maria Zakharova - eftir týsku avgerðina um at burturvísa tveimum russiskum journalistum - gjørdi greitt, at Russland fór at gera tað sama.
Og hetta tók ikki langa tíð í russisku skipanini.
Tí, longu sama dag, sum týsku myndugleikarnir boðaðu frá burturvísingini av russisku journalistunum, svaraðu russisku myndugleikarnir aftur.