Sävehof møtir Ystad í fjórðingsfinalunum

Drigið er til fjórðingsfinalurnar í svensku steypakappingini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof hava drúgva dystarskrá í heyst.

 

Mánakvøldið spælir Sävehof fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Ystad á útivølli.

 

Hálvan oktober byrjar bólkaspælið í EHF European League, og Sävehof hevur eisini vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini.

 

Svenska hondbóltssambandið hevur nú drigið hvørji lið møtast í fjórðingsfinalunum. Í tveimum fjórðingsfinalum, ið vera leiktar úti og heima møtir Sävehof Ystad. 

 

Megna Óli og liðfelagarnir at vinna seg víðari vinna teir seg til Final Four, ið verður leikt í februar komandi ár.