Í einum vælferðarsamfelag, sum Føroyar eru, hava vit skyldu til at veita øllum okkara borgarum bestu umstøður og liviligastu kor – frá tí yngsta til hin elsta.
Føroyar teljast millum heimsins ríkastu samfeløg, og tað er bara ein spurningur um, hvussu vit umsita tað, vit hava, og hvussu vit luta út tey virðir, sum hvør einstakur skapar.
Frítíðar-og ítróttartilboð skapa trivna, og tey skapa tryggar karmar um okkara børn og ung.
Tað er tí av allar størsta týdningi, at karmarnir, sum frítíðar-og ítróttartilboðini hava at virka undir, eru so góðir sum yvirhøvur gjørligt.
Við Sandoyartunlinum, sum verður okkara farleið um nakrar mánaðir, fáa vit nýggjar møguleikar og nýggjar avbjóðingar, sum øll oyggin nú fyrireikar seg til.
Tá okkara ungdómar fara inn á meginøkið í skúla ella læru um eitt ár, kunnu tey framvegis búgva heima her í oynni, og hetta er ein fantastiskur møguleiki at síggja fram til.
Ungdómurin er frælsur, og ungdómurin søkir felagsskapin, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri okkum øll. At lyfta í felag, vilja samstarv og søkja felags semjur er eftir mínum tykki vegurin fram – eisini í politikki.
Einsamøll megna vit lítið - men saman megna vit alt!
Um eg fái tykkara stuðul á løgtingsvalinum, fáa tit eitt semjusøkjandi umboð á Føroya løgting, sum hugsar um børn, ung, arbeiðandi fjøldina – og ikki minst um tey eldru, sjúku og veiku, sum løgdu lunnar undir eitt av ríkastu samfeløgunum í heiminum.
Eg eri semjusøkjandi, og eg ivist onga løtu í, at hetta eisini er vegurin fram í politikki. Tjóðveldi hevur ongar trupulleikar við javnstøðu á tingi. Tí kanst tú við góðari samvitsku velja eitt mannfólk.
Vel skipsføraran á ting, so veitst tú, at føroyska skútan siglir røttu kósina!
Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi
Lesið eisini:
"Vel Henriksen - og tú fært bæði ungt og tilkomið"
https://in.fo/news-detail/vel-henriksen-og-tu-faert-baedi-ungt-og-tilkomid
"At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting"
https://in.fo/news-detail/at-verja-umhvoervid-snyr-seg-um-eina-hugburdsbroyting
"Okkara ríku Føroyar skulu ríka bæði ung og eldri"
https://in.fo/news-detail/okkara-riku-foeroyar-skulu-rika-baedi-ung-og-eldri
"Eg eri eyðmjúkur og takksamur"
https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur
"Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað"
- https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad