Samráðingarnar eru slitnaðar

Semingssamráðingarnar á Hotel Føroyum eru slitnaðar

 

Tað er greitt, eftir at tað ikki eydnaðist semingsstovninum at finna semju millum stríðandi partarnar.

Hósdagin klokkan 15 byrjaðu samráðingarnar á Hotel Føroyum. Tær hildu fram í morgun klokkan 10. Og tær hava koyrt í allan dag. Tey hava sitið líka til nú, men nú er slitnað.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, váttar, at samráðingarnar eru slitnaðar. Semingsstovnurin hevur roynt at funnið eina semju, sum er ímillum krøvini hjá pørtununum, men tað er ikki eydnast at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka.

– Báðir partar stóðu ulitimtaivt fast við síni mørk, og tí var ikki grundarlag fyri at koma við einum semingsuppskoti, og tí fær semingsstovnurein einki gjørt, sigur Terji Siguðrsson, semingsmaður. 

– Sum støðan er nú, er tað vónelyst at halda fram við samráðingunum, sigur Terji Siguðrsson, semingsmaður.

– Semingsaðurin vil ikki nevna tøl í sambanbandi við ítøkiligu ósemjuna.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/saman-vinna-vit-stridid