Seinnapartin skrivaðu landsstýrismaðurin við orkumálum, Magnus Rasmussen, og umboð fyri SEV og kommunurnar undir eitt skjal um orku í framtíðini.
Í skjalinum verður lagt fast, hvussu orkan í Føroyum skal skipast í framtíðini, har SEV framhaldandi verður ein stórur spælari á økinum.
SEV skal framvegis eiga elnetið, men tað skal leggjast í eitt annanð felag, har nevnd og stjórn ikki eru persónar, sum eru partar av SEV annars.
Avtalan hevur við sær, at SEV fer at bygggja eina pumpuskipan í Vestmanna, so til ber at goyma orku í vatnbrunnunum.
Tað fer at bera til hjá privatum at seta vindmyllur upp og selja streym til netið, men tað fer eisini at bera til hjá SEV at kappast á vindmyllu økinum, men við fullum gjøgnumskygni, verður sagt.
SEV fer framhaldandi at hava ábyrgdina av el klervinum.